Barnagarðurin væl úr hondum greiddur

- Stórur tørvur hevur verið á at byggja út á barnagarðsøkinum, og við hesi íløgu kemur Nes kommuna enn eitt fet fram á leið, tá ræður um at menna kommununa til at nøkta tann tørv, sum nútíðin krevur, sigur Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri

Byggingin av nýggja barnagarðinum á Toftum hevur gingið eftir ætlan, og í dag stendur ein nýggjur og stásiligur barnagaður liðugur á Svangaskarði.
Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at hin gamli bygningurin, sum er gamla B68-húsið, er 343 fermetrar tilsamans, meðan hin nýggi er 370 fermetrar í tveimum hæddum.
Í fyrstu atløgu er tann ovara hæddin innrættað, sum hevur tríggjar stovur við plássi fyri 18 børnum í hvørjari. Við útbyggingini er nú pláss fyri tilsamans 90 børnum í barnagarðinum, leggur hann aftrat.?
Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur projekterað og hevur havt eftirlit við byggingini. ??

Arbeiðstakarar
Varaborgarstjórin vísir á, at útgrevsturin, sum Vestcon gjørdi, byrjaði seint á heysti 2010. Síðan varð farið undir betongarbeiðið, sum Jan Mohr og fleiri gjørdu. Timburarbeiðið er gjørt av KBH.
Súni í Hjøllum vísir á, at samlaði kostnaðurin fyri hesi arbeiði við innbúgvi og øðrum er slakar 8,3 miljónir krónur. ??
- Øll hesi arbeiði er væl úr hondum greidd, og til almennu móttøkuna seinnapartin leygardagin kundi bygdaráðið saman við starvsfólki og teimum mongu, sum vóru til staðar, fegnast um snotuliga bygningin, sigur hann.
Súni í Hjøllum leggur aftrat, at stórur tørvur hevur verið á at byggja út á barnagarðsøkinum, og við hesi íløgu kemur Nes kommuna enn eitt fet fram á leið, tá ræður um at menna kommununa til at nøkta tann tørv, sum nútíðin krevur. ??
- Kommunan er annars rættiliga væl útbygd á flest øllum økjum. Seinastu stóru íløgurnar í nýggjan skúla og barnagarð eiga at gera, at vit av røttum kunnu bjóða fólki at seta búgv í okkara kommunu. ?

25 grundøki
Varaborgarstjórin vísir á, at kommunan hevur umleið 25 grundøki tøk, sum eru gjørd byggibúgvin.??
- So, fólk eru hjartaliga vælkomin at seta búgv í Nes kommunu, har barnagarðurin er bygdur beint við eitt stórt ítróttarøki, samstundis sum vit eru beint við sera vakra náttúru, sigur Súni í Hjøllum.