Barnagarðurin liðugur í mai

Hósvík: Arbeiðið við nýggja barnagarðinum í Hósvík líður so mikið væl, at hann verður liðugur um slakar tveir mánaðir.

Í barnagarðinum er barnatalið sett til 58 børn í aldrinum 0 til 10 ár. Hann er tó ikki aldursbýttur.
Sunda kommuna, sum Hósvík er partur av, hevur søkt eftir pedagogum og hjálparfólki til nýggja dagstovnin í Hósvík.
Ætlanin er at taka stovnin í nýtslu 1. mai í ár, men størvini verða tó sett eftir nærri avtalu. Størvini verða sett við einum vikuligum tímatali millum 20 og 40, og verða sett sambært galdandi sáttmála millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Leiðari á stovninum er danska Gitte Helledig Jørgensen. Hon er útbúgvin pedagogur við Aalborg Socialpædagogiske Seminarium í 2000, og hevur síðani starvast innan ymisk serøki við menniskjum við varandi sálarligum ella likamligum funksjónsevnum.