Foreldur í Sands Kommunu fáa munandi meiri í barnafrádrátti næsta ár Bygdarráðið á Sandi hevur samtykt uppskotið hjá fíggjarnevndini til fíggjarætlan fyri 2008.
Hon javnvigar við umleið 13 mió. krónum, og skattaprosentið næsta ár verður 23,5 eins og í ár.
Harafturímóti samtykti bygdarráðið at hækka barnafrádráttin næsta ár ein heilan triðing - úr 4.500 í 6.000 krónur fyri hvørt barnið.
Kelda: bkv.fo










