Nú bert fáir dagar eru eftir áðrenn Mohammed og aðrar barnastjørnur trína á pall í Grasagarði er greitt, at undirtøkan fyri festivalinum ongantíð áður hevur verið so stór Alskyns festivalar hava stungið seg upp í Føroyum seinni árini, og ein teirra er Barnafestivalurin, sum fer av bakkastokki komandi leygardag.
Við X-Factor stjørnuni Mohammed á odda, fer festivalurin at bjóða til tónleik og undirhald fyri tey smærru, og verður hetta komandi leygardag í Grasagarði.
Atgongumerkjasølan hevur eftir øllum at døma gingið væl, nú 400 føroyingar hava ognað sær atgongumerki til festivalin.
- Vit hava í ár selt tvær ferðir so nógv atgongumerki sum vit gjørdu í fjør, sigur Bogi Andressen, ein av fyriskiparunum handan Barnafestivalin.
Avmarkað atgongd
Hóast Barnafestivalurin hevur sligið sítt egna met í atgongumerkjasølu, so eru framvegis atgongumerki at finna.
-Tað er avmarkað nøgd av atgongumerkjum, og vit selja bert 2000 atgongumerki, sigur Bogi Andreassen, fyriskipari.
Kunning um Barnafestivalin er at finna á heimasíðuni hjá Margarinfabrikkini www.margarinfabrikkin.fo