Nú ein dagin var Summarfest í Býlingshúsinum Inni á Gøtu, har Dagstovnurin við Løgmannabreyt, Dagstovnurin í Hoyvík og Flatnagarður úr Kaldbak, eisini komu at vitja.
Ævintýraferðin við Dánjali og Búa undirhelt við leikinum, Barnasetrið, og við sangum, ið hoyrdu til. Teir endaðu við at skriva nakrar spurningar til sólina á eina ballón, sum teir síðani sleptu upp í loft.
Eisini høvdu tey felagssang við keipum, sápubløðrublásing, verkstað við kongakrúnum, ið tey pyntaðu við tara, umframt ein verkstað, har børnini pyntaðu við endurnýtslulutum.
Sí fleiri myndir frá Summarfestinum niðanfyri.