Seinastu fýra árini hava vit havt eina borgarliga samgongu. Gjógvin millum rík og fátøk hevur ongantíð verið størri, enn hon er í dag, og tað er ikki rættvíst.
Borgarliga samgongan megnaði at avtaka landsbankan, geva skattalætta fyri omanfyri 300 milliónir og fíggjaði skattalættan við at skatta eftirlønina við inngjald.
Teir megnaðu tó ikki at samtykkja eitt uppskot um ein lætta til tær barnafamiljur, ið eru fíggjarliga sperdar. Tað málið varð súltað.
At landsbankin varð avtikin, merkir í veruleikanum, at eftirlitið og útgreiningin av landsbúskapinum er versnað munandi. Harafturat hava vit tikið inntøkur frá okkum sjálvum og okkara eftirkomarum við at skatta eftirlønina við inngjald. Tað kallast løtuvinningur, og hetta er als og aldeilis ikki ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur. Tí tekur Javnaðarflokkurin ikki undir við hesum.
Vit ynskja at hjálpa barnafamiljunum, ið eru illa sperdar. Eg vil virka fyri, at vit fara at samtykkja uppskotið, ið borgarliga samgongan ikki megnaði. Tí tað er meira rættvíst.
Við javnaðarkvøðu
Signar Nielsen, valevni Javnaðarfloksins