Í morgin hin 27. mai verður skipað fyri árliga barnafagnaðinum á dagstovnaøkinum í Klaksvík.
- Skrúðgonga fer av Sandinum og niðan í Badmintonhøllina klokkan 10.30.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag, samstundis sum heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi fyri børnum og vaksnum.
Sagt verður, at av Sandinum gongur leiðin niðan millum Føroya Bjór og Mollys, síðan eftir Klaksvíksvegi og niðan ímóti Dr. Margrethu barnagarði.
- At enda fer skrúðgongan gjøgnum Jógvan Waagsteinsgøtu og víðari yvir í Badmintonhøllina, verður lagt aftrat.