Barnadrápsmaður verður verandi í fongsli

Ein belgiskur dómstólur havnaði í dag einari umsókn frá barnadrápsmanninum Marc Dutroux um at sleppa úr fongslinum og at fara í húsavarðhald ístaðin fyri.

Tann nú 56 ára gamli Marc Dutroux fekk lívlanga fongsulsrevsing í 2004 fyri at hava burturflutt seks gentur og dripið fýra teirra í 1995 og 1996.

Fyrr í hesum mánaðinum bað hann at sleppa í húsavarðhald við elektriskari fótleinkju, men hesum vildi rætturin ikki loyva honum. Tí verður hann verandi í fongslinum.

Fyrrverandi kona Dutroux, Michelle Martin, varð dømd 30 ára fongsul fyri at vera samsek í brotsverkunum hjá manninum, men hon slapp úr fongslinum í fjør við teirri treyt, at hon fór í kleystur. Tað valdi hon.