Í samband við at 2.a í Miðnámsskúlanum í Suðuroy fer námsferð til Rom á páskum, skipar flokkurin fyri barnadiskoteki í Framtíðini í V ági fríggjakvøldið 12. febr. Vakrasta, stuttligasta og ljótasta grýlan fáa premiu. Eisini verða heimabakaðir føstulávintsbollar at fáa. Tiltakið er væl fyrireikað av bæði næmingum og lærarum. Vónandi verður luttøkan stór, av tí at føstulávintsdansur bert er einaferð um árið.