Hesa vikuna skipar KFUM&K í Klaksvík fyri serstøkum døgum fyri børn. Tiltakið byrjaði í dag kl. 18 og heldur fram til fríggjadagin við nógvum ymiskum á skránni. Í dag var Marjon Poulsen, ið starvast sum barnaráðgevi hjá Heimamissiónini á vitjan saman við einum dramabólki úr Vágum.
Mikudagin vitjar Kristian Martin Petersen, har ein dramabólkur úr KFUM&K fer at luttaka, og í morgin fáa klaksvíkingar vitjan av Jónu Thomsen og barnakórinum av Strondum.
Tiltakið endar fríggjadagin tá Finn Johannesen saman við barnakórinum í KFUM&K fer at luttaka.
Umframt hesar vitjanirnar verður eisini ymiskt annað á skránni, millum annað spurnarkapping, undirhald og møguliga verður eisini skipað fyri einum bowlingtúri.
Nátturði er til øll tiltøkini, sum byrja kl. 18