Barnaansingin verður góðskument

Sum ein liður í framhaldandi menningini av barnaansingartilboðunum í kommununi, samtykti Sosiala Nevnd býráðsins at seta í verk eina nøgdsemiskanning av barnaansingini. Úrslitið, sum nú fyriliggur, skal brúkast til at betra tænasturnar og laga tær eftir tørvinum.

Síðan barnaansingin í 1999 gjørdist kommunal, er meginparturin av orkuni farin at byggja økið út fyri at beina bíðilistar burtur, og í dag er tørvurin á plássum nærum nøktaður.

Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðari, og Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari, upplýsa, at eftir nógvu útbyggingarnar av økinum, var næsta stig kommununnar at varpa ljós á námsfrøðiliga arbeiðið.

- Í samstarvi við stovnarnar arbeiðir kommunan støðugt við at menna skipanina, og hetta er atvoldin til ta nøgdsemiskanning, sum gjørd er í summar.

- Endamálið við kanningini er at kortleggja tey krøv og ynski, sum bæði brúkarar og starvsfólk hava til barnaansingarskipanina, og út frá hesum at gera neyðugar tillagingar fyri at betra tær tænastur, sum hvør stovnur og ansing veitir.

Tað er greiningarfyritøkan Lóður, ið hevur gjørt nøgdsemiskanningina í samstarvi við Sosialu Deild býráðsins.

Sosiala Nevnd samtykti í oktober 2009, at kanningin skuldi gerast, og so var farið í holt við fyrireikingarnar, sum vóru eitt sindur víðfevndar, av tí at slíkar kanningar eru eitt nýtt fyribrigdi, og hetta var tann fyrsta her í kommununi.

Í mars mánað 2010 vórðu spurnarbløð latin foreldrunum at børnunum í ansingarskipanini, og samstundis fingu eisini starvsfólkini spurnarblað. Sostatt fevnir kanningin um tveir høvuðs málbólkar, sum her fáa høvi at siga sína hugsan um tilboð, umstøður o.s.fr. í ansingarskipanina.