Sum samfelagið er samansett, liva flestu føroyskar familjur av tveimum inntøkum. Tí er neyðugt, at barnaansingin er so væl fyriskipað, at foreldrini eru væl nøgd við skipanina, hvør hon so enn er.
Dagrøktin kann víðkast og fáa betri umstøður at virka undir. Ein víðkan av dagrøktarskipanini kundi verið, at møguleikar vóru til frítíðarskúla. Børnini, ið ganga í 1. og 2. flokki eru sum er, í dagrøkt aftaná skúlatíð. Men betur var um tey kundu fari í ein frítíðarskúla; vegna tað, at aldursmunurin á børnunum 1. og 2. flokki og tey minstu í skipanini er so stórur, hevði hetta verið ein betran av skipanini. Ein spælistova er eisini eitt, ið skal vera í einari dagrøktarskipan, annars verður trubult at fáa skipanina at virka á besta hátt.
Alternativið er, at barnagarður verður bygdur.
Umráðandi er tó, at loysnin ið verður vald, liggur innanfyri fíggjarorkuna hjá kommununi. Kannast má eftir, hvat ið loysir seg best hjá bæði kommununi og hjá foreldrunum.
Sjóvar Kommuna er væl fyri, tá haugsað verður um bygdahúsið og tey tilboð, ið har kunnu gevast okkara fólki. Her kundi verið onkur samskipan av aktivitetum til ungdómin, soleiðis, at tey ið kanska ikki hava so stóran áhuga fyri ítrótti, eisini kundu fingið okkurt tilboð, tó alt gott um ítróttin og skal hann eisini hava góðar umstøður at virka undir.