Barnaansing ? karmarnir eru ikki alt

Eyðgunn Samuelsen
valevni hjá Javnaðarflokkinum Klaksvíkar Býráð

Tjaki og skrivingin nú til valið um "skúrloysnir" og "lappaloysnir" í samband við tey framstig, ið hóast alt, eru framd innan barnaansingina síðstu 4 árini, er fyri mær eitt sindur misskilt og kann tykjast niðurgerandi fyri tey starvsfólk, ið arbeiða innan ansingina og tey foreldur, ið hava síni børn í ansing.
Starvsfólkini í barnaansingini og dagrøktini gera eitt megnararbeiði og sjálvt um fáir námsfrøðingar eru, so eru vit í nógvum førðum millum tey fremstu innan námsfrøði í Føroyum, tí vit hava nakrar eldsálir, ið brenna fyri børnunum.
Somuleiðis eru flestu foreldur ikki í iva um, at teirra børn trívast, mennast og hava tað gott har tey vera ansaði. Flottir og dýrir stovnar gera ikki alt. Tað er umsorganin fyri børnunum og tað at tey fáa ein tryggan og mennandi gerandisdag ið telur mest.

Klaksvíkin útbúgva pedagogar.
Tørvurin á námsfrøðingum er í dag so stórur, at vit bert í Klaksvík hava tørv á fleiri 10 tals pedagogum. Klaksvíkar kommuna hevur, gjøgnum kommunusamskipanina, fleiri ferðir gjørt vart við hetta mótvegis myndugleikunum, uttan at tað ger nakran mun. Støðan í dag er tann, at 2 fólk úr Norðoyggjum vanliga vera upptikin í pedagogútbúgving fyri hvønn flokk ið byrjar á Læraraskúlanum og tað er alt ov lítið. Tað er ikki bert ein fíggjarligur spurningur at bert ein flokkur verður tikin upp hvørt árið, hølistørvurin á Læraraskúlanum er eisini ein forðing. Tí er tað sjálvsagt at onnur mugu bjóða seg fram, og als onki er í vegin fyri at Klaksvíkin kundi hýst einum flokki hvørt ár. Vit hava nógv væl útbúgvin fólk her norði ið kundu undirvíst og annars kundu lærarir, um neyðugt, ferðast í millum. Við 400 ansingarplássum í Klaksvík er heldur ongin trupuleiki við praktikplássum. Hetta eigur at vera nakað gjørt við í komandi tíðum.