Barnaárini eru avgerandi

- Brúk er fyri munagóðum fyribyrgjandi arbeiði fyri at venda gongdini, sigur Bjarta Vilhelm, stjóri í Gigni, nú nýggj føroysk-íslendsk kanningin vísur, at føroysk ung bæði roykja og drekka munandi meira enn javnaldrarnir í Íslandi.

Gigni er sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, sum veitir heilsufrøðiliga tænastu um allar Føroyar. Umleið 30 heilsufrøðingar kring alt landið eru knýttir at stovninum, og teir ráðgeva og stuðla barnafamiljum og skúlabørnum.

Nýggja kanningin vísur millum annað, at fimtihvør drongur, sum er føddur í 1996, roykir dagliga, og meira enn fjórðahvør genta í sama aldri hevði verið full seinastu 30 dagarnar, tá ið kanningin varð gjørd fyrr í ár.

- Tølini eru ógvuslig, og tey vísa, at brúk er veruliga fyri einum munagóðum fyribyrgjandi arbeiði fyri at venda gongdini, sigur Bjarta Vilhelm.

Tað ber til at bøta um støðuna við at gera átøk millum tey ungu, til dømis í skúlanum, men tað fyribyrgjandi arbeiðið, sum veruliga munar, skal gerast í familjunum nógv fyrri.

- Upprunin til atferðina hjá teimum ungu eru at finna í barnaárunum í heimunum, og tí er tað umráðandi, at barnafamiljurnar verða stuðlaðar og ráðgivnar væl, sigur Bjarta Vilhelm.

- Sambandið millum børn og foreldur er avgerandi fyri, um børn fara at roykja og drekka tíðliga og nógv. Vit áttu at hugsa um hetta í Føroyum og styrkt munandi um tað arbeiðið, sum heilsufrøðingarnir gera kring landið, tí tað kann veruliga gera mun, sigur Bjarta Vilhelm.