Talvúrslit
Triðja barna- og ungdómstalvkappingin í vetur var í Gøtu leygardagin 16. mars. Tá av tornaði, vóru 16 lið teknað til yngru deildina og 20 til eldru. Samanlagt vóru sostatt eini 180 børn og ungfólk við í kappingini.
Yngra deildin
Í innleiðandi kappingini vóru úrslitini hesi:
Bólkur A
Nr.LiðStig
1HT 525,0
2Rókur 317,5
3KT 617,5
4MT 312,5
5VT 212,5
6KT 811,0
7Rókur 58,5
8KTF 57,5
Bólkur B
Nr.LiðStig
1KTF 426,0
2MT 222,0
3KT 715,5
4Rókur 415,0
5HT 613,0
6Venjingarsk. 311,5
7VT 35,0
8KT 94,0
Í endaspælinum vóru úrslitini:
Finalubólkur A
Nr.LiðStig
1HT 59,5
2KTF 47,0
3MT 26,0
4Rókur 31,5
Klaksvíkingar hava í hinum báðum kappingunum verið drúgvir, men hesuferð drógu havnardreingir longra stráið. Vágamenn eru eisini væl við í hesum aldursbólkinum.
Finalubólkur B
Nr.LiðStig
1KT 69,5
2KT 76,0
3MT 34,5
4Rókur 44,0
Finalubólkur C
Nr.LiðStig
1HT 67,0
2Venjingarsk. 37,0
3VT 25,5
4KT 84,5
Finalubólkur D
Nr.LiðStig
1KTF 59,5
2Rókur 57,0
3VT 34,0
4KT 93,5
Sostatt fingu havnardreingir (HT5) gullheiðursmerki, klaksvíkingar (KTF4) fingu silvur, meðan miðvingar (MT2) fingu bronsu.
Hesir mannaðu vinnandi liðini í yngru deildini:
HT5
Margeir Berg
Tór D. Joensen
Hálvdan Dalsgarð
Hjalti Toftum
Jaspur Enghamar
Regin í Dali
KTF4
Bogi Hansen
Regin Sivertsen
Dánjal P. Jacobsen
Eilif Arge
MT2
Rógvi Nielsen
Tórur á Presttrøðni
Høgni Svabo
Gudmund Niclasen
Poli Bernhardson
Eldra deildin
Úrslitini í innleiðandi kappingini í eldru deildini vóru hesi:
Bólkur A
Nr.LiðStig
1HT 115,5
2KT 110,0
3KT 46,5
4Rókur 24,0
5KTF 34,0
Bólkur B
Nr.LiðStig
1KTF 114,0
2HT 212,0
3KT 39,0
4VT 15,0
5Venjingarsk. 10,0
Bólkur C
Nr.LiðStig
1GT 115,5
2KTF 27,0
3HT 37,0
4Rókur 15,5
5KT 25,0
Bólkur D
Nr.LiðStig
1MT 116,0
2GT 211,0
3Venjingarsk. 26,0
4KT 44,0
5HT 43,0
Í endaspælinum gjørdist støðan henda:
Finalubólkur A
Nr.LiðStig
1-2HT 17,5
1-2KTF 17,5
3MT 16,0
4GT 13,0
Her vóru havnardreingir (HT1) og klaksvíkingar (KTF1) púra javnir, so bæði liðini fingu gullheiðursmerki, meðan miðvingar fóru avstað við bronsuni. Dysturin millum HT1 og KTF1 endaði 2-2 og dystarstigini hjá báðum vóru 2-1-0. Sostætt bar ikki til at taka dagar partanna millum. Klaksvíkingar kundu annars havt lumpað havnardreingir, vunnu teir seinasta talvið í kappingini móti miðvingum. Spenningurin var stórur og fitt av fólki tyrptist uttan um borðið, men Rógvi megnaði ikki at vinna á Jóni?talvið endaði javnt og klaksvíkingar fingu síni fyrstu gullheiðursmerki í ár. Við sínum 6 stigum royndust miðvingar eisini stinnir í hesum aldursbólkinum; teir góðu bæði havnardreingjum og klaksvíkingum harða mótstøðu.
Finalubólkur B
Nr.LiðStig
1KT 19,0
2HT 28,0
3GT 23,5
4KTF 23,5
Finalubólkur C
Nr.LiðStig
1Venjingarsk. 26,5
2KT 46,5
3KT 36,0
4HT 35,0
Finalubólkur D
Nr.LiðStig
1Rókur 110,0
2KT 55,5
3Rókur 24,5
4VT 14,0
Finalubólkur E
Nr.LiðStig
1HT 46,0
2KT 25,5
3KTF 30,5
Á vinnandi liðunum í eldru deildini vóru:
HT1
Jákup D. Joensen
Rógvi Mortensen
Helgi D. Ziska
Fríbjartur Olsen
KTF1
Rani Baldursson
Ebbe Petersen
Rógvi Dragaberg
Danny Baldursson
Berint Kalsøe
MT1
Jóhan Hendrik Ellefsen
Jóhan Johannesen
Jón Gregersen
Ingi W. Joensen
Ragnar á Presttrøðni
Buldrut og strævi?men stuttligt
At halda skil á eini 180 ágrýtnum børnum og 100 minst líka ivrigum foreldrum, krevur sín mann. Tað sigur seg sjálvt, at tað kann verða sera trupult hjá pápanum at halda tætt og hava hendurnar í lumma, tá lítli sonurin situr ráðaleysur og við fjakkandi eygum starir at eini fløkju á frúgvahálvuni, meðan pápin sjálvur heldur seg hava fingið eygað á mát í einum leiki hinumegin.
Fyrsta umfar er um at verða liðugt. Við eitt borð í yngru deildini situr ein drongur eitt sindur ørkymlaður.
Tá so stórar kappingar eru, er neyðugt at læna talv og klokkur frá øðrum feløgum og tað kemur meir enn so fyri, at brek er á onkrum. Hesin drongurin var so óheppin at fáa ein riddara, ið ikki var meir enn hálvur. Tað er so vorðið við riddarum, at teir eru í tveimum pørtum: ein undirpartur, ið er sjálvur fóturin og ein yvirpartur, ið er høvdið og kroppurin á einum hesti. Í erva á fótinum er ein lítil knubbi, ið verður sýldur
Eisini genturnar hugnaðu sær
inn í ovara partin og festur við einum dropa av lími. Tá fóturin stendur einsamallur, er hann mest átøkur eini yvirvaksnari finnu.Tað var hetta ið gjørdi, at drongurin var í villareiði. Hann hevði tapt talvið, men tá hann hugsaði seg um, mintist hann, at hann stundum ? uttan at geva sær far um tað ? hevði leikt riddaran sum eina finnu, og hann helt fyri vist, at hann móti endanum hevði vunnið talvið, hevði hann tá gjørt ein riddaraleik við undirpartinum í staðin fyri finnuleikin.
Men her var ikki nógv at gera við. Ein heilur riddari var fingin til vega, og so var aftur lagt til brots.
Kokkarnir høvdu úr at gera
Í eldru deildini hevði ein hetta fyri: Hvørja ferð hann hevði flutt, slerdi hann niður á klokkuna hjá síðumanninum, ið bæði bilsin og undrandi stakk leysur uppfrá av ganginum, fótaði sær aftur, rættaði klokkuna og gjørdi hin varugan við mistakið. Men hann hevði ikki meir enn snara sær á, tá aftur verður dukað á klokkuna. Hetta stó við til hann, ið fyri áganginum var, ikki visti onnur ráð enn at ripa hinum ein undir vangan. Tá hjálpti!
Ein annar var so óheppin, tá hann toygdi seg í fullari longd framyvir borðið eftir einum bispi, ið var rímdur nakað langt heimanífrá, at hann sópaði allan trunkan av hvíta og svarta fólkinum, ið á borðinum stóð og tað nógva av fólkinum, ið síðumenninir høvdu dripið og sett til viks, á gólvið.
Men tað var einki við at gera! Tann óhepni telvarin stoytti seg á høvdi, kom uppundan aftur við fullum føvningi av talvfólki, vigaði eina løtu við hondunum framfyri seg og plantaði so ein dunga av hvítum og svørtum fólki á borðið aftanvert kongamegin. So varð díkt á aftur og helmað varð ikki í, fyrr enn báðir kongarnir stóðu eftir á berum.
Nógv varð etið og drukkið, og eftir at heiðursmerkini vóru handað, var ein buldrutur og stravin dagur at enda komin?men stuttligt hevði tað verið!