Fríggjadagin hin 29. juni - tað er næsta fríggjadag skipar TB, Tvøroyrar Bóltfelag, fyri einum barna-og familjutiltaki á Tøvroyri.
Tiltakið, sum byrjar klokkan 17, verður hildið á økinum millum Tvøroyrar Klubba og verkstaðið hjá Føroya Telé ella oman fyri Hotel Tvøroyri. Her liggur eitt stórt og vælegnað økið, sum er gyrt inni.
Kim Roest, formaður í fótbóltsdeildini hjá TB, sigur, at tiltakið væntandi fer at vara í einar 3-4 tímar, og nærri verður sagt frá skránni á heimasíðuni hjá TB, www.tb.fo.
- Ymiskt verður á skránni, eitt nú verða pylsur grillaðar, og her verður hoppiborg, labyrint, sparkivøllur og sandkassi.
Umframt hesar møguleikar, fara eisini Kular Røtur at hava eina konsert á økinum, meðan tiltakið er.
Kim Roest sigur, at Effo-leikararnir hjá TB eisini verða við til tiltakið, og her fáa børnini eisini høvi at sparka ímóti teimum.
- Effo-liðið hjá TB hevur ein sera góðan málmann í Ivani, og eg vænti, at tað verður trupult hjá teimum at fáa bóltin inn millum stengurnar hjá honum, leggur formaðurin í fótbóltsdeildini aftrat.
Kim Roest sigur, at hetta er fyrsta tiltak av sínum slag hjá TB, og tey eru rættiliga spent eftir at vita, hvussu undirtøkan verður.
- Vit vilja bara skipa fyri einum hugnadegi fyri børnum og familjum teirra, og øll í oynni eru meiri enn vælkomin at verða við, sigur hann.
Tað fer at kosta 100 krónur at sleppa inn á økið, og síðan hava børnini atgongd til alt tiltakið heilt frá grillaðum pylsum til konsertina hjá Kulum Rótum.