Komandi sunnudagur, 30. november, er fyrsti sunnudagur í advent. Tá verður eisini Luciagongd við sunnudagsskúlabørnunum í Argja kirkju.
– Tey børn, ið ynskja at luttaka, møta kl. 10.15, sigur Bergur Debes Joensen, sum hevur gudstænastuna hendan kirkjuársins fyrsta sunnudag. Eisini fer Elsa Østergaard at luttaka.
Eftir gudstænastuna verður døgurði, har okkurt gott er til matna.
– Jólaveitslan hjá sunnudagsskúlanum verður eftir døgurðan. Har verður mangt ymiskt á skránni. Vit fara at dansa um jólatræið, vit fara at gera okkurt stuttligt, vit hoyra søgu, børnini fáa okkurt deiligt og annað, sigur prestur, sum heilsar øllum vælkomnum.