Tað er Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum hevur reist spurningin við danska fíggjarmálaráðharran, Bjarne Corydon.
Sjúrður Skaale sigur í morgun, at tí sambandi er avgjørt, at stjórnin fer at seta pening av til tekniska útgerð í sambandi við, at børn verða avhoyrd.
Í samband við mál um ágang móti børnum verða avhoyringar í Føroyum í dag gjørdar í vanligu avhoyringarhølunum hjá løgregluni, har ákærdi er til staðar í sama høli, tá barnið skal vitna.
Men nú er ætlanin at broyta lógina í Føroyum at forða fyri, at ákærdi kann vera til staðar tá ið børn vitna.
Samstundis er ætlanin at stovna eitt Barnahús, har børn, ið hava verðið fyri kynsligum ella øðrum ágangi, kunnu fáa væl skikkaða og samskipaða hjálp.
Sostatt verður øll málsviðgerðin, líka frá avhoyring hjá løgregluni til sálarliga hjálp, savnað á einum og sama barnavinarliga stað.
- Hetta krevur, at barnahúsið fær serlig avhoyringartól, ið tryggja, at børn ákærdi ella skuldsetti, ikki skulu vera til staðar, tá ið børn verða avhoyrd.
- Slík útgerð er kostnaðarmikil, men ein neyðug íløga í rættartrygdina hjá børnum, sigur Sjúrður Skaale.
Løgreglan er danskt málsøki, og í samráð við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hevur Sjúrður Skaale tískil reist málið í donsku stjórnini, sigur hann
Í hesum sambandi hevur hann víst á, at danir eiga at seta pening av til útgerðina, tá barnahúsið verður klárt at taka í nýtslu í 2014 og tað hevur danska stjórnin játtað.