Í dag frá kl. 14-19 verður tiltak hjá Bót til Bata á Baresso í SMS
Klokkan 1600 fara Gurið Hansdóttir og Rúna á Heygum at syngja.
Bót til Bata er ein bólkur av sjálvbodnum kvinnum, sum sjálvar eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.
Hesar kvinnur hava fingið upplæring at veita stuðul, ráð og vegleiðing til aðrar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.
Bólkurin hoyrir undir Føroya Felag móti Krabbameini.
Virksemið hjá bólkinum vísti, at tørvur var á tilfari, sum kundi latast teimum, ið sóknaðust eftir kunnleika um hesi viðurskiftið. Í hesum sambandi gav Føroya Felag móti Krabbameini í 1998 út bókling - nevndur ?Bót til bata?. Bóklingurin verður latin teimum, sum venda sær til felagið.
Felagið veitir stuðul og hjálp til fólk við krabbameini og /ella teirra avvarandi til at byrja í sjálvhjálparbólki. Endamálið við slíkum bólkum er, at hesi fólk koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, veita hjálp til sjálvhjálp.