Norsk Hydro ætlar nú at fara undir at bora eftir olju og gassi í Barentshavinum, og gongst sum ætlað, verður borurin settur í havbotnin umleið 1. oktober.
Mánadagin søkti Norsk Hydro umhvørvismyndugleikarnar um loyvi til tað neyðuga útlátið, sum stendst av boringini, men umhvørvisfelagsskapurin Bellona heldur, at felagið hevur givið myndugleikunum alt ov stutta tíð til at viðgera umsóknina. Víst verður á, at myndugleikarnir kunnu ikki taka støðu fyrr enn aftan á tann 10. august, og tá kunnu teir vænta at fáa eina ella fleiri kærur. Tær fara at taka tíð, so Norsk Hydro kann ikki vænta at sleppa at bora fyrr enn einaferð í desember, sigur Bellona.
Í Norsk Hydro halda tey ikki, at Bellona og aðrir umhvørvisfelagsskapir hava nakað at stúra fyri. Felagið sigur, at øll neyðug stig verða tikin fyri at verja umhvørvið undir royndarboringini, og at ein tilbúgvingarætlan er løgd, skuldi okkurt óhapp hent.