Eitt flogfar hjá norska flogfelagnum Norwegian, sum var á veg úr Oslo til Kýpros, noyddist í dag at millumlenda í Kastrup, tí nøkur av ferðafólkunum vóru farin at berjast. Søren Viborg hjá løgregluni í Keypmannahavn sigur við heimasíðuna hjá Politiken, at tríggir menn og ein kvinna vóru uppi í bardaganum.
Einki verður sagt um, hvat løgreglan gjørdi við tey illu ferðafólkini.