- Eg eri ein loyalur maður, og má bara viðganga, at Bárður ikki altíð hevur verið tað ímóti mær, tá ið eg sat sum formaður. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, nú vanligur tingmaður í Sambandsflokkinum.
Í Vikuskiftis Sosialinum í dag kanst tú millum annað lesa samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen, nú hann hyggur aftur á tíðina sum formaður og løgmaður í Føroyum.
Eisini er stórt tema í blaðnum um parkinson. Eitt nú greiður Joan Steinberg Joensen frá lívinum sum avvarðandi hjá einum við parkinson, og tvøramaðurin Tróndur Nolsøe greiður frá einseminum, sum fylgir við sjúkuni.
Blaðið kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.