Bárður Nielsen, tingmaður Sambandsfloksins, eigur heiðurin sum tann tingmaðurin, sum oftast hevur verið burtur, tá tingfundir hava verið. Hann hevur verið burtur sjey av teimum 43 fundunum, og tað er ein frávera upp á 16,3 prosent – sum á miðnámsskúlum helst hevði verði til eina skrivliga ávaring.
Men støðan er batnað nógv, um vit bera saman við støðuna sama tíðarskeið í fjør. Tá var tað Kristin Michelsen, sum lá á odda við eini fráveru upp á 38,1 prosent, sum hevði verið til eina útblaking úr miðnámsskúlum.
Kristin Michelsen lovaði tá at taka annað skinn um bak – og tað hevur hann gjørt. Partvís við at møta betur upp og partvís við at vera í farloyvi í eina tíð.
Hinvegin er Helena Dam á Neystabø, sum hevur møtt á tingi fyri Kristin Michelsen, eisini komin á listan yvir tey, sum ikki eru møtt. Hon hevur verið fráverandi til tveir av teimum 12 fundunum, sum hon átti at verið á.
Listin yvir fráverur hjá tingfólki sær annars soleiðis út í prosentum:
1 | Bárður Nielsen | 16,3 |
2 | Bjarni Djurholm | 11,6 |
2 | Poul Michelsen | 11,6 |
3 | Rodmund Nielsen | 9,3 |
3 | Edva Jacobsen | 9,3 |
4 | Brandur Sandoy | 4,7 |
4 | Kristin Michelsen | 4,7 |
4 | Janus Rein | 4,7 |
4 | Jákup Mikkelsen | 4,7 |
4 | Reimund Langgaard | 4,7 |
4 | Jenis av Rana | 4,7 |
4 | Helena Dam á Neystbø | 4,7 |
4 | Gerhard Lognberg | 4,7 |
5 | Eyðgunn Samuelsen | 2,3 |
5 | Henrik Old | 2,3 |
5 | Bjørt Samuelsen | 2,3 |
5 | Rigmor Dam | 2,3 |
5 | Jógvan á Lakjuni | 2,3 |
5 | Ríkisumboðsmaðurin | 2,3 |
5 | Hanna Jensen | 2,3 |
5 | Jóna Mortensen | 2,3 |
5 | Joen Magnus Rasmussen | 2,3 |
5 | Hanus Samró | 2,3 |
5 | Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur | 2,3 |