Nú tingsetan 2013 er av sæst í gerðabók løgtingsins, hvussu væl tingfólk hava møtt upp teir 89 fundirnir, sum verið hava í tingsetuni 2013, sum er tingsetan, sum byrjaði á ólavsøku, og sum endar á ólavsøku í summar. Tingið er farið til hús, men kann altíð kallast samanaftur. Soleiðis er talið á tingfundin ikki endaligt enn.
Men til teir 89 tingfundirnar, sum verið hava, vísir gerðabókin, at Bárður Nielsen er tann tingmaður, sum hevur verið burtur festar ferðir. Bárður hevur ikki møtt á 11 av fundum. Tá hann soleiðis verður skrivaður fyri »skult«, so er tað tí, at hann ikki hevur havt varamann fyri seg á hesum fundum.
Men tað hevur sæð verri út við uppmøting. Í fjør kundu vit skriva søgu um, at Kristin Michelsen hevði verið burtur 38 prosent av tingfundunum. Hann lovaði tá at taka annað skinn um bak – og tað hevur hann gjørt, hóast hann framvegis hevur stóra fráveru.
Løgtingið loyvir tingfólkum, sum eru limir í Norðurlandaráðnum, at verða burtur frá tingarbeiðinum tá fundur er í Norðurlandaráðnum. Tí sæst á listanum niðanfyri, at Helgi Abrahamsen og Høgni Hoydal hava verið burtur á trimum tingfundum í hesum sambandi.
Listin niðanfyri vísir uppmøtingina hjá tingfólki í tingsetuni 2013:
Fundir | prosent | ||
1 | Bárður Nielsen | 11 | 12,5 |
2 | Kristin Michelsen | 9 | 10,2 |
3 | Bjarni Djurholm | 7 | 8,0 |
4 | Rodmund Nielsen | 6 | 6,8 |
5 | Poul Michelsen | 5 | 5,7 |
6 | Jákup Mikkelsen | 5 | 5,7 |
7 | Reimund Langgaard | 5 | 5,7 |
8 | Joen Magnus Rasmussen | 5 | 5,7 |
9 | Edva Jacobsen | 4 | 4,5 |
10 | Brandur Sandoy | 4 | 4,5 |
11 | Bjørt Samuelsen | 4 | 4,5 |
12 | Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur | 3 | 3,4 |
13 | Høgni Hoydal á fundi í Norðurlandar. | 3 | 3,4 |
14 | Helgi Abrahamsen á fundi í Norðurlandar. | 3 | 3,4 |
15 | Janus Rein | 2 | 2,3 |
16 | Jenis av Rana | 2 | 2,3 |
17 | Helena Dam á Neystbø | 2 | 2,3 |
18 | Gerhard Lognberg | 2 | 2,3 |
19 | Eyðgunn Samuelsen | 2 | 2,3 |
20 | Henrik Old | 2 | 2,3 |
21 | Rigmor Dam | 2 | 2,3 |
22 | Hanus Samró | 2 | 2,3 |
23 | Bill Justinussen | 2 | 2,3 |
24 | Jógvan á Lakjuni | 1 | 1,1 |
25 | Hanna Jensen | 1 | 1,1 |
26 | Jóna Mortensen | 1 | 1,1 |
27 | Høgni Karsten Hoydal | 1 | 1,1 |
28 | Aksel V. Johannesen | 0 | 0,0 |
29 | Alfred Olsen | 0 | 0,0 |
30 | Eivin Jacobsen | 0 | 0,0 |
31 | Gunvør Balle | 0 | 0,0 |
32 | Helgi Abrahamsen | 0 | 0,0 |
33 | Kári Páll Højgaard | 0 | 0,0 |
34 | Kristina Háfoss | 0 | 0,0 |
35 | Páll á Reynatúgvu | 0 | 0,0 |
36 | Rósa Samuelsen | 0 | 0,0 |
37 | Sirið Stenberg | 0 | 0,0 |