Aldursforsetin hjá Kyndli, 40 ára gamli Bárður Johannesen, gekk á odda tá ið harðast leikaði á í tøttu og spennandi seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum í kvøld, har Kyndil megnaði at vinna 45-43 samanlagt ímóti H71.
- Menn sóu ógvuliga tungir út, tá ið vit sótu har í hálvleikinum. Tað má eg viðganga. Vit royndu at hugsa, at tað var ein hálvleikur eftir og at alt framvegis kundi henda. Eg royndi tað, sum eg kundi, og tað gekk tíbetur, segði Bárður Johannesen eftir dystin.
- Vit fingu tríggjar útvísingar upp í slag í seinna hálvleiki, og tá sá svart út. Men vit trúðu upp á tað hóast alt, tí vit høvdu longu fingið fatur á teimum, serliga í verjupartinum, so tá ið vit vórðu fullmannaðir aftur, hildu vit, at vit kundu steðga teimum. Og tað gjørdu vit so, segði Bárður víðari.
Lesið alla samrøðuna við Bárð Johannesen og nógv meiri um hálvfinalurnar í Sosialinum í morgin.










