Tað merkir ítøkiliga, at nú skulu floksforfólkini til løgtingsformannin og peika á ein av floksleiðarunum sum samráðingarleiðara.
Hóast Jógvan á Lakjuni ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið, so er hann kortini løgtingsformaður til nýggja løgtingið tekur við á tingfundi, sum í seinasta lagi verður 22. desember. Skipanin er, at sitandi løgtingsformaður hevur uppgávuna at tilnevna ein samráðingarleiðara eftir tilmæli frá flokkunum.