Bárður á Reynatrøð fær kjansin í morgin

Manslandsliðið: Tað verður við Bárðuri á Reynatrøð, at Føroyar spæla móti Erlingi B. Haaland og Norra

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Í morgin spæla Føroyar og Norra venjingarlandsdyst í Olso. Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, er sum altíð sparin við upplýsningum um liðið, men váttar at Bárður á Reynatrøð fær kjansin hesaferð.

 

- Sjálvt um hetta er ein venjingardystur og tað ikki stendur eins nógv upp á spæl, so haldi eg meg til at kunngera liðið fyri spælarunum fyrst. Eg kann tók siga so mikið sum, at Bárður á Reynatrøð fær kjansin í málinum, sigur Håkan Ericson.

 

Bárður á Reynatrøð er 23 ára gamal og hevur spælt ein landsdyst. Tað var móti Norðurmakedonia í venjingarlandsdystinum, sum var í mars mánaði í ár. Málverjin hjá Víkingi hevur verið í landsliðshópinum seinastu ferðirnar.

 

Landsliðsvenjarin væntast at brúka allar seks útskiftingarnar í dystinum og okkurt bendir á, at tað verður sama spælskipan sum á útivølli móti Póllandi og Kekkia. Tað vil siga við trimum í miðvejruni. Dysturin verður klokkan 17.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)