Bardagin um amerikonsku sálina

Barack Obama og Mitt Romney kappast um at selja amerikanska dreymin - hvør sína útgávu av honum. Retoriskt er talan um ein hugsjónarligan samanbrest av teimum heilt stóru, og ideologiskt er tað ein kapping um at skilja seg frá hvørjum øðrum.

USA er grundleggjandi eitt borgarligt samfelag við konservativum virðum og eini heilt øðrvísi politiskari siðvenju enn vanliga høgra/vinstra ásin, sum vit kenna úr Europa. Hetta var ein av niðurstøðunum á tiltakinum "Obama ella Romney?" sum var í Norðurlandahúsinum seinasta sunnudag, tá ið eini 300 fólk vóru savnað fyri at hoyra teir báðar donsku USA kennararnar og journalistarnar Clement Kjersgaard og Michael Ehrenreich greina amerikanska forsetavalið.


Men hvussu ein selir borgarligu amerikonsku hugsjónina – um at alt ber til fyri hin einstaka, bert hann ella hon hava nóg stóran vilja – skilir forsetavalevnini bæði. Vanliga hugsa vit, at Barack Obama er vinstrahallur, men eftir amerikonskum mátistokki er hetta ikki júst tað sama sum eftir europeiskum mátistokki. Hóast tað hava republikanarar ført valstríð við at mála eina mynd av Barack Obama sum sosialist av europeiskum formati. Ein samleiki sum skurrar í almenna amerikanska diskursinum og vekir minnir um kalda kríggið. Republikanarar vilja við hesum definera valstríðið, sum eitt stríð um sjálva amerikonsku sálina. Um hvat tað merkir at vera amerikanari.


Barack Obama selir tí sína visión um størri sosialt rættvísi í USA við at pakka boðskapin inn í amerikanska dreymin. Tað almenna skal, sambært honum, tryggja, at øll hava ein rímiligan møguleika júst at røkka amerikanska dreyminum. Ein visión sum Mitt Romney hevur skýrt óamerikanska europeiska sosialismu. Sambært honum er privat stigtakan einasta munagóða og amerikanska loysnin upp á tær stóru búskaparligu avbjóðingarnar USA stendur fyri. Forsetavalevnini kappast tí um at definera júst hvussu "rætta útgávan" av USA skal síggja út. Og tað gera teir, við at nýta nakrar væl kendar hugsjónarligar snildir.


USA er einki Europa

Mitt Romney stillar upp sum vinnulívsmaður og royndir hansara frá privata vinnulívinum er stórur partur av hansara politiska image. Sambært honum er henda bakgrund serliga væl egna at fáa USA á føtur aftaná búskaparskrædlið - tí tað er privata vinnulívið sum skal skapa búskaparvøkstur og størv, vil hann vera við. Og loysnin er klassisk borgarlig: Stórir skattalættar, minni reguleringar, skattalættar til vinnulívið og almennar sparingar. Klassisk "trickle down economics": Lat vinnulívið fáa frið, so skapar tað av sínum eintingum eina rúgvu av størvum til tey, sum eru arbeiðsleys.


Republikanarar hava samanborið Mitt Romney við Ronald Reagan, sum famøst segði, at tað almenna er trupuleikin. Og Mitt Romney hevur, rættuliga kreativt, ákært Barack Obama fyri at vera fortalara fyri "trickle down government" – sum sambært honum als ikki hevur riggað hesi fýra árini, hann hevur sitið sum forseti. Tí veruligi virðini koma ikki frá tí almenna, men frá privatari stigtakan, er boðskapurin. "We built it!" - ikki føderala stjórnin - gjørdist tí slagorðið á republikonsku konventiónini fyri nøkrum mánaðum síðani.


Í eini sending hjá BBC Radio fyri stuttum vístu eygleiðarar á, at ímyndin av tí almenna - sum verandi nærum ein fíggindi - stingur djúpt, bæði í bakgrundini hjá Mitt Romney og konservativu hugsjónini, hann skal selja seg uppá. Stóra fyrimyndin hjá Mitt Romney er pápi hansara George Romney, sum var ein rættuligur self-made man innan amerikanska bilídnaðin, umframt at vera republikanskur politikari. Eins og pápin hevur Mitt Romney brúkt stóran part av sínum lívi í privatu vinnuni – í hansara føri innan venture capital.


Og tað er henda visiónin av amerikanska dreyminum Mitt Romney selir: Í USA ber alt til, bert tú torir og váðar. Einasti vegur aftur til amerikanskan stórleika í heiminum er ígjøgnum frælsa kapitalismu, ikki almennar íløgur. Vinsælan hjá Barack Obama mótvegis tí almenna er óamerikonsk og skaðilig.


Skal bjarga amerikanska dreyminum

Barack Obama selir eisini amerikonsku søguna um, at alt ber til. Og leggur, eins og republikanarar, stóran dent á ábyrgd og persónliga ambitión. Men við einum týðandi muni: tað almenna skal spæla ein týðandi leiklut at skapa fortreytirnar til at klatra upp eftir sosiala stiganum. Almennar íløgur í útbúgving, alternativa orku og infrakervi skulu skapa størv og møguleikar fyri vanlig fólk at førleikamenna seg og klatra upp eftir sosiala stiganum. Treytaleys kapitalisma fer tí ikki einsamøll at føra USA aftur til stórleika. Skal USA standa seg í alheimskappingini, skal føderala stjórnin spæla ein størri leiklut saman við vinnulívinum, er boðskapurin sitandi forsetin brúkar fyri at skilja seg frá visiónini hjá Mitt Romney.


Boðskapurin er, at treytaleys kapitalisma og fíggjarspekulatión spæla eftir heilt øðrum spælireglum enn vanliga fólkið. Úrslitið er óbótaligur skaði fyri nógv vanlig fólk, sum kundu veitra farvæl til amerikanska dreymin, tá fíggjarkreppan tók dik á seg. Men øll skulu vera fevnd av somu spælireglum. Tað inniber eitt nú, at tey ríkastu rinda meiri skatt, og at stórar fyritøkur mugu taka til takka við ávísum eftirliti og reguleringum. Kapitalisman kann ikki fáa frítt spæl, skulu vanlig fólk hava nakran møguleika.


Barack Obama kann við hesum gera sær dælt av somu amerikonsku hugsjónini sum republikanski flokkurin, við at tosa um "a fair chance", "a fair shot" fyri øll. Og tað sampakkar væl við klassisku amerikonsku hugsjónina um frælsa kapping og møguleikarnar hjá tí einstaka, men er samstundis ein roynd at tosa um sosialt rættvísi uttan at vera settur í bás saman við europeisku sosial demokratunum. Fyri valstríðið hevur tað stóran týdning, at hann megnar at selja sín boðskap í einari seramerikanskari útgávu, ikki europeiskari.


Eygleiðarar hava víst á, at Barack Obama støðugt hevur roynt at branda seg sum part av eini longri amerikanskari politiskari siðvenju, serliga nú tað stendur greitt, at tað ikki hevur eydnast honum at upptraðka sum stóri politiski savnarin og reformatorurin, mong høvdu væntað fyri fýra árum síðani. Hetta hevur hann eitt nú gjørt við at varpa ljós á hugsjónina hjá republikanska forsetanum Theodor Roosevelt, ið var forseti við byrjanina á farnu øld. Politiski arvurin frá Roosevelt staðfestir, at bert ein sterk stjórn kann tryggja sosialt rættvísi og tryggja borgarar ímóti kapitalistiskum monopolum, sum, eins og í tíðini hjá Roosevelt, eisini hava skakað okkara tíð.


Broytir 6. november USA?

Hugsjónirnar og orðini eru stór, men spurningurin um substans upptekur nógvar skeptikarar. Richard Wolff, emeritus professari í búskapi á University of Massachussets í USA, ávaraði í eini samrøðu, ið var kunngjørd á amerikanskari rás á netinum, at valdysturin millum Barack Obama og Mitt Romney er sama skøvaða plátan, amerikanarar hava hoyrt millum republikanarar og demokratar í mong ár. Og sambært honum fer hvørgin politikkurin at gera nakran stórvegis mun, tá tað snýr seg um at skapa búskaparvøkstur og fleiri størv.


Koma republikanararnir til valdið, verða stórir skattalættar givnir vinnulívinum. Men sera ivasamt er, um hetta fer at skapa nakran veruligan búskaparvøkstur ella fleiri størv vísti Richard Wolff á. Tí hví skuldi skattalættar til vinnulívið skapt størri eftirspurning millum forbrúkarar? Størri eftirspurningur eftir vørum og tænastum er veruliga fortreytin fyri at skapa fleiri arbeiðspláss. Og verða stórir skattar givnir vinnulívinum, er vandi fyri, at vanligi brúkarin verður skattaður enn meiri fyri at vinna skattalættan inn aftur. Harumframt er vandi fyri, at republikanarar fara at skerja almenn størv, ið aftur ber við sær minni forbrúk í búskapinum, ávaraði Richard Wolff í samrøðuni.


Hinvegin er eisini sera ivasamt, um demokratarnir fara undir nakra stórvegis umskipan av búskapinum við at økja skattatrýsti munandi á tey ríkastu, vísti hann á. Ein frágreiðing er, at demokratarnir einfalt bera ótta fyri at missa nakrar av sínum dyggastu fíggjarligu stuðlum. Barack Obama kann ikki føra seg fram sum ov radikalan, skal hann røkka hugsjónini um at vera savnandi. Tí er pessimistiska ávaringin frá skeptikarum sum Richard Wolff, at valið ikki fer at gera nakran stórvegis búskaparpolitiskan mun, sum annars er veruliga vøran flestir veljarar eftirlýsa.



Myndatekstur:


Hugsjónirnar og orðini eru stór, men spurningurin um substans upptekur nógvar skeptikarar. Professari í búskapi heldur, valdysturin millum Barack Obama og Mitt Romney er sama skøvaða plátan, amerikanarar hava hoyrt millum republikanarar og demokratar í mong ár