Bardagin fyri forskúlum?

– Er hann bert eitt skálkaskjól fyri at fáa fleiri pengar til skúlan?

Jógvan Philbrow
----

Tað er ilt at síggja, at hetta snýr seg um fakligheit, og um, hvat er best fyri barnið, tí um tað var tað, sum kjakið snúði seg um, so var støðan ein heilt onnur.
Fakliga serfrøðin staðfestir á ongan hátt, at forskúlar eru best fyri børnini. Heldur tvørturímóti. Tað vísir seg oftast, at jú fyrr, børn fara í okkurt “skúlalíknandi” tilboð, áðrenn tey fara í skúla, jú fyrr gerast tey skúlatroytt, og jú verri hava tey tað við próvtøkum og royndum. Børn sum hava spælt, líka til tann dagin, tey byrja í skúla, klára seg fult líka so væl, sum onnur børn, og tey gerast ikki so skjótt skúlatroytt sum hini. Hetta vísa størstu amerikansku kanningar á økinum, sambært barnagranskaranum Dion Sommer. Harafturat er tað staðfest í einari rúgvu av kanningum, at heilin hjá børnum mennist av spæli, og av at spæla nógv úti, afturat tí, at sosialu førleikarnir verða styrktir – og hetta er ein alneyðugur førleiki hjá nútíðarbørnum at hava við sær í lívið – eisini skúlalívið. Tað eru tískil ongar haldgóðar grundgevingar fyri at flyta skúlaladurin niðureftir. Um vit kalla tað forskúla ella ikki.
Kanningar í Noregi vísa, at vaksin um 30 ára aldur hava “líka” inntøkur, sama um tey eru byrjað í skúla sum 6 ella 7 ára gomul. Aðrar kanningar ymsastaðni, m.a. í Onglandi, vísa, at tá børn eru 12 ár, duga tey líka væl at lesa - og annað – sama, um tey byrjaðu tíðliga ella seint í skúlanum. Finsk børn byrja í skúla tá ið tey eru 7 ára gomul. Tað eru ongar kanningar sum benda á, at í teim londum, har børn byrja fyrr í skúla, eru tey betur fyri.
Stór kanning av ensku skúlaskipanini, Cambridge Primary Report frá 2010, sigur í niðurstøðunum, at tað ikki kann staðfestast, at tað gagnar børnum at byrja tíðliga í skúla; hinvegin kann staðfestast, at fyri summi er tað ein vansi. Fleiri kanningar hava víst á, at børn sum fáa og hava trupulleikar í skúlanum, ofta eru børn, sum eru byrjað í skúla lutfalsliga ung.
Skulu vit seta tað skarpt upp, so merkir hetta, at “samfelagið” er viðvirkandi til, at framtíðar útlitini hjá summum børnum gerast verri enn neyðugt, um tey ikki sleppa at byrja seinni í skúlanum.
Tað kann ikki vera rætt at vit í dag, í 2012, framvegis seta fíggjarlig atlit fram um atlit til barnsins besta.
Kann tað vera rætt? At tørvurin hjá skúlaskipanini á fleiri pengum, er grundarlagið fyri tørvinum at fáa forskúlar. Nei!
Nú eri eg ikki serfrøðingur í, hvussu játtanarskipanin er til skúlaskipanina, men tað sær út sum um teir skúlar, sum best duga at “staðfesta” ein serligan tørv, antin við at hava nógv børn við serligum tørvi, ella við at skapa ein tørv á “forskúlum”, soleiðis fáa bøtt um fíggjarkarmarnar.
Hetta er á ongan hátt við til at skapa eitt betri samfelag fyri barnið. Men, ger tað kanska liviligari hjá skúlunum - í fyrstu atløgu? Tí einki er at ivast í, at tað seinni fer at vísa seg, at vit í Føroyum fara at eiga fleiri og fleiri skúlatroytt børn.
Latið okkum ikki arbeiða við løtuvinningum, tað hevur ongantíð verið gott fyri nakað.
Nei – bíðið heldur við forskúlunum, og ansið eftir, at tá skipanir verða broyttar, so er tað við barninum í miðdepilinum og ikki pengakassanum.