Talan er ikki um fisk í sjónum, men tvey kristin tiltøk, har annar parturin er sera ónøgdur við, at hin parturin nýtir ein annan form av griska orðinum fyri fisk Fyri løtu síðani kom tíðindaskriv í Miðlahúsið. Skrivið er sent frá handlinum Iktys, ið selur brúktar vørur, hagani alt yvirskot verður sent til tey fátækastu í heiminum.
Í tíðindaskrivinum stendur, at tey eru ónøgd við bæði navn og búmerkið hjá nýggju andaligu sjónvarpsrásini Iktus, sum byrjar at senda um stutta tíð.
Tey frá Iktys eru so ónøgd við Iktus, at tey hava fingið Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Danmark, sum handilin Iktys hoyrir undir, at seta tiltøk í verk.
Í tíðindaskrivinum stendur hetta útgreinað á henda hátt.
Tí fer danska ?Folkekirkens Nødhjælp? nú inn í málið, sum óivað verður loyst á sama hátt, sum fleiri onnur líknandi mál: Sjónvarpsrásin verður noydd sum skjótast at fáa sær annað navn.
Anja Hansen, frá sjónvarpsrásini Iktus dugir ikki at síggja trupulleikan, og als ikki at taka hann í álvara.
- Tað eru fleiri túsund onnur, ið nýta bæði fiskin sum búmerki og griska navnið fyri fisk sum navn, so eg dugi als ikki at síggja trupulleikan,.
Vit hava nýtt langa tíð at finna navnið, og eru sera væl nøgd við tað. Samstundis eru øll loyvi í ordan viðvíkjandi navninum og rásini hjá okkum, so eg dugi ikki at síggja at vit hava gjørt nakað skeivt, sigur Anja Hansen, ið stendur fyri sjónvarpsrásini Iktus.
Tey frá Iktys hava sent Iktus eitt teldubræv, og eru ónøgd við ikki at hava fingið svar, men frá Iktus greiða tey frá, at tey als ikki hava havt tíð at svara mailinum og vilja helst sleppa at tosa við fólkini frá Iktys, enn at fara í stríð á intenetinum.