Bardagi í tinginum

Rættiligur bardagi var í italska tjóðartinginum hósdagin, tá tingið viðgjørdi eitt uppskot um nýggja revsilóg.

Italia
Nevin var á lofti í italska tjóðartinginum fyrradagin, og tingmenn róptu alskyns ókvæmisorð eftir hvør øðrum.
Bardagin byrjaði, tá tingið skuldi atkvøða um eina nýggja revsilóg, sum stjórnin hevði lagt fram. Andstøðan vildi ikki taka undir við uppskotinum, tí eftir hennara tykki hevur uppskotið til endamáls at verja forsætisráðharran Silvio Berlusconi og hansara privatu handilsáhugamál.
-Tit áttu at skamma tykkum, róptu umboð hjá andstøðuni, meðan teir veittraðu við italskum fløggum í tingsalinum.
-Fascistar! Tit eru fascistar, og tit hava altíð verið fascistar, róptu limir í Miðsamgonguni UDC eftir tingmonnum hjá teirri høgrasinnaðu Tjóðskaparsamgonguni.
-Heldur fascistar enn tjóvar, svaraðu hinir.
Italska sjónvarpið sendi beinleiðis frá orðaskiftinum í tinginum, men valdi at bróta sendingina av.
-Fólk mugu ikki fáa ta uppfatan, at italskur politikkur er ókvæmisorð og bardagi, skrivaði eitt blað í Rom í gjár.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at menn eru farnir at berjast í italska tjóðartinginum. Eygleiðarar í Rom siga, at tann harðliga framferðin er úrslitið av einum hørðum stríði um vald. Andstøðan vil vera við, at fjølmiðlakongurin Berlusconi er í ferð við at savna alt vald hjá sær, samstundis sum hann roynir at hevja seg sjálvan upp um galdandi lógir og reglur.