Nógv fólk fingu skaða, tá mótstøðufólk og viðhaldsfólk hjá fyrrverandi egyptiska forsetanum Hosni Mubarak brustu saman í Kairo í gjárkvøldið. Mótstøðufólkini kravdu, at forsetin skal rættarsøkjast, men tað vilja viðhaldsfólk hansara ikki.
Tíðindastovan Mena skrivar, at bardagarnir byrjaðu, tá mótstøðufólk løgdu upp í eitt stuðulstiltak, sum fleiri hundrað viðhaldsfólk hjá Mubarak hildu. Tað endaði við, at trygdardeildirnar løgdu uppí og skiltu partarnar.
Egyptiska ákæruvaldið hevur ákært Hosni Mubarak fyri valdsmisnýtslu og fyri at hava samábyrgd av, at fleiri fólk lótu lív undir mótmælunum fyrr í ár. Eftir ætlanini byrjar rættarmálið tann 3. august.