Bardagar um libyska flogstøð

Keldur, sum standa uppreistrarmonnunum í Libya nær, siga, at uppreistrarmenninir hava staðgað einum álopi hjá stjórnarherinum við býin Misrata, sum er einar 125 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin Tripoli.

Keldurnar siga fyri tíðindastovuni Reuters, at harðir bardagar eru millum partarnar um eina hernaðarliga flogstøð, sum er stutt uttan fyri býin. Sambært keldunum hava uppreitrarmenninir skotið eitt stríðsflogfar hjá flogvápninum niður og tikið manningina til fanga.

Ein kelda sigur, at bardagarnir um flogstøðina byrjaðu seinastu nátt, og at teir standa við enn. Sagt verður, at hermenn, sum stuðla Gaddafi, hava framvegis ræðið á einum lítlum parti av flogstøðini, og at uppreistrarmenninir hava tikið tað mesta av flogstøðini.