Bardagar um býir í Libya

Tíðindastovurnar skriva nú, at bardagar eru um fleiri býir í Libya, tí stjórnarherurin roynir at taka aftur býir, sum uppreistrarmenninir hava havt ræðið á. Summar keldur siga, at stjórnarherurin hevur kringsett nakrar býir, og at hann brúkar flogfør í álopunum. Eitt nú sigur BBC-tíðindamaðurin John Simpson, at hann hevur sæð flogfør leypa á eina herstøð og eina lóðurgoymslu í býnum Ajdabiya, sum uppreistrarmenn tóku herfyri.

Arabiska sjónvarpið al-Jazeera sigur, at bardagar eru eisini um býirnar Gharyan og Sabratha. Ein onnur arabisk sjónvarpsstøð, al-Arabiya, sigur, at minst 14 fólk hava latið lív í bardøgum í býnum Brega.

Libyska stjórnin avsannar øll tíðindi um bardagar. Talsmaðurin hjá stjórnini sigur, at einki hald er í teimum.