Ógvusligir bardagar hava verið í serbiska høvuðsstaðnum Beograd í dag millum løgregluna og ófriðarkroppar, sum vóru komnir saman at mótmæla einari skrúðgongu hjá samkyndum.
Tíðindastovurnar skriva, at umleið 200 samkynd og onnur vóru komin at taka lut í skrúðgonguni. Tá vóru munandi fleiri ófriðarkroppar longu komnir saman at mótmæla tiltakinum, og tað endaði við bardøgum millum ófriðarkropparnar og løgregluna.
Myndir, sum tíðindastovurnar hava sant út, vísa, at bardagarnir vóru ógvusligir.
Í gjár gingu umleið 8.000 fólk mótmælisgongu í Beograd, har tey mótmæltu, at samkynd ætlaðu at ganga skrúðgongu í býnum. Millum mótmælisfólkini vóru ungir fótbóltsfjepparar, sum brúktu nazi-heilsan og róptu, at tey samkyndu skuldu fyribeinast.