Barcelona við rygginum móti múrinum

Lionel Messi hevur ikki avrikað væl móti teimum stóru liðnum seinastu tíðina. Traðkar hann ikki fram í dag og bjargar Barcelona, so er sannlíkt at AC Milan verður at síggja í fjórðingsfinaluni og ikki Messi og Barcelona.

 

Í kvøld verður eitt satt Champions League brak. Tað hava vit skirvað so oftani fyrr, men tað er jú hugskotið við Champions League. Á einum fullsettum Nou Camp tekur Barcelona móti AC Milan, sum vann fyrra dystin 2-0.

 

Skal Barcelona vinna seg víðari í kvøld, so skulu teir skorað minst tvey mál. Fær AC Milan mál, so skal Barcelona upp á fýra.

 

Lionel Messi fekk lítið burtur úr í fyrra dystinum á San Siro. Tað gjørdi hann eisini í El Clasico uppgerðunum móti Real Madrid, tó so at hann fekk eitt mál á Bernabeu í Madrid í landskappingardystinum.

 

Tað hvílur nógv á fýrfalda vinnaranum av Ballon d’Or í kvøld. Skal Barcelona víðari skal bóltsnillingurin úr Argentina helst spæla upp til sítt besta, tí AC Milan vísti í fyrra dystinum, at teir ikki verða lættir at koppa.

 

Fyri Barcelona kemur tað væl við, at Xavi er tøkur. AC Milan framherjin, Giampaolo Pazzini, er skaddur, meðan franski miðverjin, Philippe Mexes, er ivasamur.

 

Dysturin millum Barcelona og AC Milan byrjar klokkan 19.45 í kvøld.

 

Champions League 1/8 finalur:

Barcelona(0) - (2)AC Milan 19.45

Schalke 04(1) - (1)Galatasaray 19.45

 

Mynd: Hesa skemtiligu myndina hevur ein hollendskur teknari gjørt. Hon leggur upp, at AC Milan í kvøld fer at verja langt afturi á vøllinum, og tí verður ringt hjá Lionel Messi at fáa hol á.