PRIMERA LIGA
Í gjár vóru Barcelona-spælarnir sonn yvirmenniskju á Nou Camp-leikvøllinum í Barcelona. Teir bankaðu ikki bara Malaga 6-0 á máltalvuni, men leikliga og listarliga vísti teir eitt slag av fótbólti, sum var ófatuliga hugtakandi og vakurt.
Xavi byrjaði málveitsluna, tá 18 minuttir vóru spældir, og seks minuttir seinni gjørdi Lionel Messi ein sannan »Diego Maradona«. Argentinski bóltsnillingurin fekk bóltin uttan fyri brotsteigin og fintaði tveir verjuspælarar hjá Malaga undir grasteppið, áðrenn hann hegnisliga beindi bóltin í málið.
Síðani átti Thierry Henry tørn, tá hann fekk eina fullkomna sending frá Xavi, fintaði Malaga-málverjan, Goitia, og setti bóltin í netið til 3-0. Samuel Eto’o skoraði tvey mál, eitt í hvørjum hálvleiki, og Daniel Alves kom eisini á máltalvuna.
Framvegis rennur Real Madrid aftan á Barcelona, men er enn seks stig aftanfyri. Real helt eina minni málveitslu á heimavølli í Madrid við 3-0 sigri á Almeira. Klaas van Huntelaar ger veruliga vart við seg við tveimum málum, eftir at Marcelo hevði Real á odda við einum sera vøkrum máli.