Barcelona: Venjarin koyrdur – avloysarin er lendur

Forsetin í FC Barcelona hevur staðfest at venjarin er koyrdur, og líkt er til at ein fyrrverandi spælari tekur við

Í gjár staðfesti forsetin í FC Barcelona, Josep Bartomeu, fyri einum sponskum miðli, at Quique Setien er koyrdur sum venjari í felagnum. Katalanska stórfelagið bleiv eyðmýkt í Champions League fjórðingsfinaluni, har liðið tapti 8-2 móti Bayern Munchen.

Í dag ljóðar, at Ronald Koeman er í holt við at blíva settur sum avloysari. Hann er avmyndaður í El Prat flogvøllinum í Barcelona í gjár. Ronald Koeman er fyrrverandi spælari í felagnum og skoraði málið, tá FC Barcelona í 1992 vann sítt fyrsta Champions League heiti.

Tað hevur eisini ljóðað, at Lionel Messi skal hava sett fram krav um at blíva seldur í summar. Hetta kemur fyribils frá einum ávísum miðli, men hetta er sami miðil, ið segði seg vita at Neymar fór at skifta til Paris Saint Germain.

##med2##

Tað er kreppa í FC Barcelona og forsetin hevur boðað frá, at tað verða broytingar gjørdar í vikuni. Tey eru tó fleiri, ið ynskja at ein av teimum broytingum er at forsetin leggur frá sær og skrivar út nýval. Tað skal verða forsetaval í felagnum í komandi ári.

##med3##