Barcelona hevur verið í stórformi hetta kappingarárið og hevur vunnið tann eina stórsigurin fyri og annan eftir. Í gjár var Levante, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini, á vitjan og enn ein stórsigur lá í luftini.
Soleiðis skuldi tó ikki ganga og tá fari var til hálvleiks var einki mál komi í dystinum. Tíðliga í seinna hálvleiki kundi Pedro leggja Barcelona á odda eftir uppspæl frá Dani Alves. Tá ein tími var farin kundi Pedro økja til 2-0 við góðum máli eftir uppspæl úr høgru. Tíggju minuttir fyri tíð minkaði Levante um munin og tapti tí bara við tí eina málinum.
Real Madrid skal í kvøld á vitjan hjá Getafe, sum liggur á einum sjeynda plássi. Real Madrid er undan dystinum fimm stig aftanfyri Barcelona.









