Barcelona var í kvøld aftanfyri við tveimum málum, men megnaði seinastu løtuna at venda dystinum til egnan fyrimun.
Katalanska stórfelagið hevur fingið eina dreymabyrjan í sponsku landskappingini. Teir hava fult stigatal eftir seks dystum. Í kvøld var um reppið, at Barcelona misti fyrstu stigini. Sevilla var á odda við bæði einum og tveimum málum.
Men við tveimum málum frá Cesc Fabregas og einum frá David Villa í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, vendi Barcelona dystinum á høvdið.
Real Madrid hevur hinvegin ikki fingið eina flúgvandi byrjan og hevur bara sjey stig á níggjunda plássi. Høvðusstaðarfelagið tekur móti Deportivo La Coruna í morgin.