Barcelona tók ikki av gávuni

La Liga: FC Barcelona kundi leggja seg á odda við 10 stigum, men tók ikki av

Mynd: (Scanpix)

Spanska landskappingini kundi næstan verið avgjørd um vikuskiftið, um FC Barcelona tók av. Leygarkvøldið misti Real Madrid tvey stig í grannauppgerðini móti Atletico Madrid. Real Madrid var eitt spælari í yvirtali í seinna hálvleiki, men endaði við at koma afturum. Innskifti Alvaro Rodriguez bjaragði teimum eitt stig.

 

Tí kundi FC Barcelona sunnukvøldið vinna seg heili tíggju stig fremst, men tað gekk ikki eftir ætlan. Eftir samlaða ósigurin fyri Manchester United í Europa League, so tóktist avrikið hjá katalanska stórfelagnum at verða merkt av uppgerðini til dystin.

 

Heimaliðið, Almeria, sum liggur á 15. plássi, kom á odda í fyrra hálvleiki við máli frá áleyparanum El Bilal Toure. Hóast FC Barcelona hevði Gavi við aftur eftir leikbann, so var tað ikki nokk til at venda dystinum.

 

Sostatt endaði Real Madrid við at hála eitt stig inn á FC Barcelona í oddastríðnum. Munurin er sjey stig, nú 23 umfør er spæld av 38.

 

Mynd: (Scanpix)