FC Barcelona er nú níggju stig fremst í sponsku landskappingini, eftir at Real Madrid aftur setti stig til, meðan katalanska stórfelagið vann tepurt 1-0 á Valencia.
Í sólini í Spania í gjár vann FC Barcelona 1-0 á Valencia. Heimaliðið var uttan stjørnuspælarar sum Robert Lewandowski, Pedri og Ousmane Dembélé, men tað var nokk til ein sigur á gestunum úr Valencia.
Einsamalla málið í dystinum kom í fyrra hálvleiki, tá Sergi Busquets sendi bóltin í høvdið á Raphinha, sum kom tvísporandi inn í brotsteigin hjá gestunum. Brasilski vongurin hevur vunnið seg fram, eftir ein misjavna byrjan eftir skiftið frá Leeds United.
FC Barcelona hevði fleiri møguleikar at økja, men eitt nú brendi Ferran Torres brotsspark, meðan Ansu Fati rakti stongina. Tað kom eitt ávíst trýst á í seinna hálvleiki, tá miðverjin, Ronald Araujo, bleiv útvístur fyri neyðbremsuna.
Fimm minuttir fyri tíð vildu gestirnir eisini hava brotsspark, men dómarin metti at Franck Kessie prikaði til bóltin, áðrenn spælarin hjá Valencia fór umkoll.
Við beinunum upp á borðinum kundu spælararnir hjá FC Barcelona hyggja í sjónvarpinum, meðan arvafíggindarnir og kappingarneytarnir úr Real Madrid spældu móti Real Betis í Sevilla.
Gestirnir úr Madrid hildu, at teir høvdu lagt seg á odda, tá Karim Benzema sendi eitt fríspark í málið. Endurtøkurnar vístu tó, at bólturin rakti armin á einum viðspælarar í manngarðinum.
Real Madrid hevði nakrar málmøguleikar, men síðani 5-2 sigur á Liverpool í Champions League, hevur Real Madrid bara skotið eitt mál í trimum dystum. Nú eru níggju stig upp til FC Barcelona í La Liga.
1 | Barcelona | 24 | 20 | 2 | 2 | 46:8 | 62 |
2 | Real Madrid | 24 | 16 | 5 | 3 | 47:18 | 53 |
3 | Atlético Madrid | 24 | 13 | 6 | 5 | 38:19 | 45 |
4 | Real Sociedad | 24 | 13 | 5 | 6 | 32:23 | 44 |
5 | Real Betis | 24 | 12 | 5 | 7 | 32:25 | 41 |
6 | Villarreal | 24 | 11 | 4 | 9 | 28:23 | 37 |
7 | Rayo Vallecano | 24 | 9 | 8 | 7 | 29:25 | 35 |
8 | Athletic Bilbao | 24 | 9 | 6 | 9 | 33:26 | 33 |
9 | Osasuna | 23 | 9 | 6 | 8 | 22:23 | 33 |
10 | Mallorca | 24 | 9 | 4 | 11 | 21:25 | 31 |
11 | Girona | 24 | 8 | 6 | 10 | 38:38 | 30 |
12 | Celta de Vigo | 23 | 7 | 6 | 10 | 26:34 | 27 |
13 | Real Valladolid | 24 | 8 | 3 | 13 | 18:34 | 27 |
14 | Espanyol | 24 | 6 | 9 | 9 | 30:36 | 27 |
15 | Cádiz | 24 | 6 | 8 | 10 | 18:35 | 26 |
16 | Sevilla | 24 | 6 | 7 | 11 | 27:39 | 25 |
17 | Almería | 24 | 7 | 4 | 13 | 28:42 | 25 |
18 | Getafe | 24 | 6 | 7 | 11 | 23:32 | 25 |
19 | Valencia | 24 | 6 | 5 | 13 | 27:28 | 23 |
20 | Elche | 24 | 2 | 6 | 16 | 18:48 | 12 |