Barcelona tekur ímóti Manchester United í kvøld

Í kvøld klokkan 19.45 tørna FC Barcelona og Manchester United saman á Nou Camp í Barcelona. Thierry Henry er tøkur aftur hjá Barcelona, og byrjar væntandi frammi saman við Lionel Messi og Deco. Ronaldinho er framvegis ikki tøkur, og liðskiparin Carlos Puyol er leikbannaður til dystin. Hjá Manchester United er málverjin Edwin van der Sar tøkur aftur, og Wayne Rooney er komin seg aftaná snuddin hann fekk ímóti Blackburn leygardagin. Owen Hargreaves og Anderson eru eisini tøkir aftur, aftaná minni snuddir. Nemanja Vidic vandi ikki við liðnum ígjár, men tað var tí venjarin, Alex Ferguson valdi at binda um heilan fingur. Bæði liðini hava verið evropeiskir meistarar tvær ferðir. Barcelona í 1992 og 2006, og United í 1968 og í 1999. Í 1991 møttust United og Barcelona í finaluni í Evropa Cup-kappingini fyri steypavinnarar, United vann finaluna 2-1. Av hinum dystunum hevur Barca vunnið tveir og United ein, tríggir eru endaðir við javnleiki. Fólk minnast serliga báðar dystirnar á heysti 1998, tá liðini tvær ferðir leiktu javnleik 3-3. Báðir dystirnir vóru, sum tølini siga; ótrúliga undirhaldandi. Vónirnar hjá fótbóltsfjepparum um dystin í kvøld eru tískil høgar.