Barcelona í stórformi

La Liga: Lionel Messi og Luis Suarez í málhýri frá byrjan

FC Barcelona byrjaði í kvøld nýggja kappingarárið í La Liga, har teir sleptu farna kappingarár. Luis Enrique og hansara menn vunnu ikki minni enn 6-2 á Real Betis.

 

Uttan Neymar, sum er við brasilska OL landsliðnum – hevði FC Barcelona ikki stórvegis trupulleikar at skjóta mál á Camp Nou. Luis Suarez skoraði hattrik, meðan Lionel Messi skoraði tvær ferðir.

 

Tað var annars turkiski Arda Turan, sum legði heimaliðið á odda. Hann hevur verið fyri nógvum kritikki, tí hann ikki hevur víst saman spæl, sum tá hann var ein lyklaspælari hjá Atletico Madrid.

 

Í fjør sat hann uttanfyri í fyrru hálvu orsaka av keypibanninum hjá FC Barcelona, men slóð heldur ikki til í seinnu hálvu. Hann hevur nú skotið mál í stórsteypadystunum og í fyrsta umfari í La Liga.

 

Real Madrid spælir í morgin, men tað verður uttan Cristiano Ronaldo, sum enn venur fyri seg sjálvan, eftir at hann bleiv skaddur í EM finaluni.