Barcelona slapp við skrekkinum

Sunnukvøldið bleiv Lionel Messi útskiftur í hálvleikinum í 6-0 sigrinum á Atletic Bilbao. Hann kendi til eina fipur í lærinum, men felagið boðar nú frá, at heimsins besti fótbóltsspælari er tøkur til koandi dyst.

 

Les eisini:Ballon d'Or aftur á Camp Nou

 

Lionel Messi hevur verið skaddur fyrr í hesum kappingarárinum. Tá var talan um knæskaða, sum gjørdi at bóltsnillingurin úr Argentina sat uttanfyri í eitt longri tíðarskeið.

 

Tá so Lionel Messi kendi til eina fipur í lærinum móti Atletic Bilbao, so valdi Luis Enrique at skifta heimsins besta fótbóltbóltsspælara út. Hann hevur hevur síðani verið í skannaranum og fingið at vita, at alt er í ordan.

 

Barcelona skal longu í annaðkvøld spæla móti Atletic Bilbao aftur. Hesa ferð í sponsku steypakappingini.