Barcelona rennur undan

 

Barcelona vann í kvøld á Mallorca og Michael Laudrup, meðan Real Madrid ikki megnaði at skora móti Deportivo. Fyrrverandi Barcelona stjørnan, danin Michael Laudrup, og hansara menn megnaðu fyrr í ár at spæla javnt móti Barcelona á Nou Camp. Hesa ferð vísti Barcelona onga náði. Lionel Messi stútaði Barcelona á odda stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki øktu David Villa og Pedro til 2-0 og 3-0., sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Real Madrid var á vitjan hjá Deportivo La Coruna. Hóast Real Madrid hevði 21 royndir móti málinum, so megnaðu teir ikki at umseta nakran av teimum til mál. Deportivo hevði hinvegin bara fýra royndir móti málinum. Tølini hjá Soccernet.com siga, at Real Madrid hevði bóltin í heili 72% av tíðini.

 

Barcelona er nú sjey stig frammanfyri Real Madrid í La Liga