Barcelona og Bilbao í finaluni

Tað verður ein endurtøka av finaluni í 2009 í sponsku steypakappingini í ár. Barcelona vann í kvøld 2-0 á Valencia og er saman við Athletic Bilbao, sum vann samanlagt á Mirandes, í finaluni, ið verður spæld seinast í mei mánaði.

 

Fyrra hálvfinalan millum Barcelona og Valencia endaði við 1-1 javnleiki. Orsaka av regluni um útivallarmál, so skuldi Valencia fram at skora í mista lagi eitt mál fyri at hava nakran møguleika at koma í finaluna.

 

Valencia byrjaði eisini betri enn gestirnir, men yvirtakið bleiv ikki umsett til mál møguleikar. Í staðin fyri, so revsaði Barcelona verjuna hjá Valencia tá hon gjørdi mistøk. Aftaná eitt korter varð Cesc Fabregas sendur avstað móti málinum. Hann lyfti bóltin uppum málmannin og legði Barcelona á odda.

 

Barcelona hevði flestu málmøguleikarnar og í seinna hálvleiki tók Barcelona eisini yvir leikliga. Lionel Messi var millum annað nær við einar tvær ferðir. Tíggju minuttir fyri tíð staðfesti Xavi, at Barcelona verður mótstøðuliðið hjá Athletic Bilbao í finaluni, tá hann smekkaði til úr høgru í brotsteiginum og í málið.

 

Athletic Bilbao vann samanlagt 8-3 á Mirandes, sum til dagligt spælir í Segunda deildini.

 

Tað er framvegis ikki greitt hvar finalan verður leikt.