Barcelona vann í kvøld 3-1 á AC Milan og er saman við Bayern Munchen, sum vann 2-0 á Marseille, víðari til hálvfinalurnar í Champions League.
Lionel Messi skoraði tvey av málinum hjá Barcelona upp á brotsspark, meðan Andrés Iniesta skoraði tað triðja. AC Milan var samanlagt á odda eina løtu í fyrra hálvleiki, tá Antonio Nocerino javnaði til 1-1.
Bayern Munchen vann eins og í fyrra dystinum 2-0 á franska Marseille. Ivica Olic skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki.
FC Barcelona AC Milan 3-1 (FC Barcelona vinnur samanlagt 3-1)
Fyri Barcelona kom tað væl við, at Xavi Hernandez bleiv klárur til dystin. Hann hevur ikki vant í vikuni orsaka av einum trupulleika í tjúkkanum. Eitt sindur óvæntað byrjaði ungi, Isaac Cuenca, inni fyri Barcelona.
Tað gekk ein løta áðrenn ferð kom á Barcelona spælið og tað skuldi ein verjuvilla til áðrenn heimaliðið kom á odda. Júst sum AC Milan verjan sá út til at hava fingið tamarhald á einum Barcelona skjótálopi, so endaði bólturin hjá Lionel Messi. Hann vendi sær á og fór um koll. Dómarin peikaði á brotssparksplettin. Lionel Messi skoraði sjálvur upp á brotssparkið.
Tá dysturin var ein hálvan tíma gamal javnaði AC Milan við fyrstu veruligu royndini. Antonio Nocerino varð spældur leysur í høgrusíðu í brotsteiginum og legði AC Milan á odda samanlagt við málinum á útivølli.
Tíggju minuttir seinni fekk Barcelona eitt umtalað brotsspark, tá Alessandro Nesta hálaði Sergio Busquets niður. AC Milan leikararnir vóru alt annað enn nøgdir við dømingina. Lionel Messi umsetti enn eina ferð frá 11 metrum.
Átta minuttir inn í seinna hálvleik økti Andrés Iniesta. Hann gjørdist leysur í vinstru í brotsteiginum og tætt undir málinum plaseraði hann bóltin í handara síðunet.
Tað hendi lítið restina av dystinum. Millum annað valdi Barcelona at skifta Xavi Hernandez út. Barcelona skal í hálvfinaluni møta antin Chelsea ella Benfica.
FC Bayern Munchen Marseille 2-0 (Bayern Munchen vinnur samanlagt 4-0)
Í Munchen skuldi Marseille royna at venda einum 2-0 tapi í fyrra dystinum. Tann uppgávan bleiv uppaftur torførari, tá Ivica Olic sparkaði eitt Franck Ribery innlegg í mál aftaná 13 minuttir.
Stutt fyri hálvleik økti sami Ivica Olic. Hesa ferð eftir flat innlegg úr vinstru frá David Alba. Bayern Munchen skal helst møta Real Madrid í hálvfinaluni.
Champions League finalan í ár verður á Allianz Arena í Munchen.
Champions League fjóðingsfinalur:
Barcelona (0) (0) AC Milan 3-1
1-0 Lionel Messi, 11 (br)
1-1 Antonio Nocerino, 32
2-1 Lionel Messi, 41 (br)
3-1 Andrés Iniesta, 53
(Barcelona vinnur samanlagt 3-1)
Bayern Munchen (2) (0) Marseille 2-0
1-0 Ivica Olic, 13
2-0 Ivica Olic, 37
(Bayern Munchen vinnur samanlagt 4-0)










