Barcelona og Arsenal vunnu

Barcelona økir í Spania, Arsenal og Manchester City eru víðari í FA Cup, meðan Celtic vann á Rangers, sum endaði dystin við bara átta leikarum. Valencia hevði í kvøld vitjan av oddaliðnum Barcelona í La Liga. Dysturin var sum heild javnur og Valencia hevði eisini onkrar møguleikar at taka leiðsluna. Eitt lítið korter fyri tíð avgjørdi Lionel Messi dystin eftir uppspæl úr vinstru. Barcelona er fyribils tíggju stig á odda. Real Madrid spælir í morgin á heimavølli móti Malaga.

 

Arsenal vann umdystin móti Leyton Orient í FA Cup. Støðan gjørdist heili 5-0. Danin, Nicklas Bendtner skoraði hattrick, meðan Marouane Chamakh og Gael Clichy skoraðu hini bæði málini. Manchester City hevði eisini lætt spæl móti Aston Villa á City of Manchester Stadium. Mario Balotelli, Yaya Toure og David Silva skoraðu málini í 3-0 sigrinum. Arsenal skal í komandi umfari spæla móti Manchester United á Old Trafford, meðan Manchester City skal spæla móti Wigan.

 

Í Skotlandi spældu Celtic og Rangers seinna dystin í fimta umfari í skotsku steypakappingini. Celtic vann dystin 1-0 og vinnur samanlagt 3-2. Sermerkt við dystinum var, at Rangers fekk heili trý reyð kort, umframt at venjarnir hjá feløgunum mátti skiljast eftir dystarlok. Ein av teimum, ið fekk reytt kort, var fyrrverandi Liverpool leikarin, El ?Hadji Diouf.