Barcelona misti týðandi fet

Ein spælari á hvørjum liði varð rikin av vølli, tá Barcelona um vikuskiftið spældi útidyst móti Valencia. Deco frá Barcelona og Albelda frá Valencia vórðu báðir sendir í skiftirúmið av dómarunum, og broyttu umstøðurnar dugdi Valencia best at gera sær dælt av. Teir komu nevnliga upp á 2-0 við málum frá Angulo og Villa, áðrenn Ronaldinho móti dystarenda minkaði um munin við beinleiðis frísparki. Barcelona er enn á odda, men nú er Sevilla komið ájavnt í stigum. Hett tá teir í gjárkvødli vunnu 3-1 á Atletico Madrid.